- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aleppo: Eingin skipað sjúkrahúshjálp er longur
Ógvusligu bumbuálopini í seinastuni á Aleppo í Sýria hava gjørt enda á skipaðari sjúkrahjálp í tí partinum av býnum, har uppreistrardeildir hava valdið.
Altjóða Heilsustovnurin, WHO, sigur, at einki av neyðhjálpar-sjúkrahúsunum í býnum er virkið, nú fimm dagar eru farnir, síðani stjórnarherurin fór undir stóru bumbuatsóknirnar.
Minst 27 sivil deyð
Aðrar keldur siga við BBC, at nøkur sjúkrahús kunnu taka ímóti sjúklingum, men at fólk eru ov bangin at koma hagar.
Bretski mannarættindabólkurin, SOHR, sum hevur Sýria sum arbeiðsøki, sigur í dag, at í minsta lagi 27 sivilfólk hava latið lív í álopunum.
Reuters endurgevur umboðið hjá WHO í Sýria, hon eitur Elizabeth Hoff, og hon váttar, at virksemið á øllum sjúkrahúsum har eysturi í Aleppo er steðgað.
Maturin gongur eisini undan
Í gjár segði Jan Egeland, sum er útsendur til Sýria fyri ST, at Eysturaleppo stendur fyri troystarleysum tíðum, nú trot er á øllum og veturin stundar til.
- Sum eg skilji, eru allar goymslur í roynd og veru tómar, og tíggjutúsundtals familjur fara skjótt at mangla mat, segði Egeland við Reuters í gjár.
Aleppo var einaferð fyri ikki so mongum árum síðani handilsligur og ídnaðarligur miðdepil í Sýria. Men so kom kríggið.
Vilja hava fult ræði á býnum
Síðani 2012 hevur býurin so at siga verið býttur í tvey: Stjórnin hjá Bashar al Assad, forseta, hevur ræðið vestanfyri, meðan uppreistrardeildir hava ræðið eystanfyri.
Umleið 275.000 fólk búgva í eystara partinum av býnum, har bumbað hevur verið uttan íhald nú í fimm samdøgur.
Stjórnarherurin hevur sum mál at fáa fult ræði á býnum, og herdeildir, sum Iran stuðlar, og russiska flogmegin, hjálpa stjórnardeildunum í álopunum.