- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vantandi eftirløn til kommunurnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20161031_stodan_blivin_verri._0064.jpg?itok=cgRNRqFx)
Kommunurnar fáa 403 milliónir krónur frá landinum til eldraøkið í 2015.
Kommunurnar fáa skattin av teimum 14 milliónunum, sum TAKS herfyri boðaði frá vórðu goldnar ov lítið í eftirløn í fjør.
Skatturin av teimum 14 milliónunum er 5,6 milliónir krónur.
Samdust um 375 milliónir
Kommunurnar fáa hesar pengarnar, tí avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um pengar til eldraøkið sigur, at kommunurnar fáa forskattingina av penjónunum.
Semjan um fíggingina í 2015 var 375 milliónir krónur, skrivaði Fíggjarmálaráðið til Kommunufelagið fyri viku síðani
Kommunurnar hava fingið 372,4 milliónir, men fáa nú 5,6 milliónir afturat, tá tær 14 milliónirnar í írestandi eftirløn eru goldnar.
Viðgera aðrar fíggingarmøguleikar
Tí fáa kommunurnar 378 milliónir umframt eina einsinnisupphædd, sum er 25 milliónir krónur, fyri 2015, staðfestir Fíggjarmálaráðið í brævinum til Kommunufelagið. Kommunurnar fáa tí 403 milliónir.
Í brævinum til Kommunufelagið sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Kommunufelagið hevur fingið tilboð um at koma við uppskoti um annan fíggingarleist. Tað tilboðið stendur við.
Skattanevndin, sum í løtuni viðger alla skattaskipanini sum hon er, viðger eisini, hvussu eldraøkið skal fíggjast, sigur Kristina Háfoss í brævinum til Kommunufelagið.