Stendur við avgerðina

bannari
Stendur við avgerðina
Borgaralistin avtalaði at fara eftir borgarstjórasessinum á Tvøroyri. Kvinnan, sum gjørdist høvuðspersónur eftir valið, verjir nú avgerðina
Anita Vibergsdóttir, ið hevði møguleikan at gerast borgarstjóri á Tvøroyri eftir kommunuvalið 8. november, stendur við avgerðina, at tað var rætt at peika á Kristin Michelsen
 
18.11.2016 - 09:16

Borgaralistin á Tvøroyri gjørdi av undan valinum at fara eftir borgarstjórasessinum á Tvøroyri, tað sigur Anita Vibergsdóttir, komandi býráðslimur á Tvøroyri í tíðindaskrivi.

"Eftir triðja uppstillingarfund, gjørdu vit valevnini á Borgaralistanum skrivliga avtalu um, at vunnu vit valið, skuldi fyrstvaldi á listanum fara eftir borgarstjórastarvinum."

SÍ EISINI Video: Anita krevur borgarstjórasessin á Tvøroyri

"Harafturat avtalaðu vit, eisini skrivliga, at um vit vunnu valið, so skuldi eingin okkara hoppa yvirum og atkvøða fyri, at nakar á øðrum lista bleiv borgarstjóri," skrivar Anita Vibergsdóttir.

Hon hevði møguleika at gerast borgarstjóri, tá hon kom í lyklastøðu eftir valið, men valdi at peika á Kristin Michelsen av Kommunulistanum. Í tíðindaskrivnum sigur Anita Vibergsdóttir:

"Valið bleiv tíverri ein lemjandi ósigur fyri Borgaralistan, og kom eg í ta støðu at vera einasta valevni á okkara lista, sum kom inn í býráðið. Beint eftir, at valið var av, var eg inni á valstaðnum."

SÍ EISINI Krevur ikki longur borgarstjórasessin

"Eg bleiv beinanvegin boðin til samráðingar av størsta listanum, Kommunulistanum, og tók eg av. Eg fekk tó eisini boð frá Javnaðarlistanum um, at eg var vælkomin at tosa við tey.

"Men út á náttina hevði eg telvað meg til eitt úrslit við Kommunulistan, sum eg var sera væl nøgd við, og sum eg kann standa inn fyri."

"So til teirra, sum undrast á, at eg ikki fór undir realitetssamráðingar við Javnaðarlistan, kann eg siga, at hetta fyri mítt viðkomandi ongantíð gjørdist aktuelt, tí at samráðingarnar við Kommunulistan gingu so væl, sum tær gjørdu."

Avgerðin verður ikki broytt

Anita Vibergsdóttir ætlar at halda fast um avtaluna við Kommunulistan, ger hon eisini greitt í tíðindaskrivinum:

"Hóast afturvendandi áheitanir frá Javnaðarflokkinum, valdi eg at halda meg til avtaluna við Kommunulistan og henda avgerð verður ikki broytt."

SÍ EISINI Fundur avlýstur: Býráðið kundi ikki skipast

"Dagin eftir valið høvdu valevnini á Borgaralistanum fund. Har greiddi eg frá, hví eg hevði tikið ta avgerð, sum eg tók. Tað var mín sannføring, at við hesi avgerð fóru vit at fáa mest og best burturúr komandi setu."

"Vit vóru øll seks valevnini á fundi, og meirilutin tók mína avgerð til eftirtektar, skrivar Anita Vibergsdóttir í tíðindaskrivinum."

Anita Vibergsdóttir vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið, enn tað, ið hon longu hevur skrivað í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982