- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump og Løkke tosaðu um verjutrygd
Donald Trump, sum verður tikin í eið sum amerikanskur forseti í januar, og nýggi varaforsetin, Mike Pence, hava tosað við 29 útlendskar leiðarar síðani forsetavalið.
Millum leiðararnar, sum Donald Trump hevur tosað við, er danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
SÍ EISINI NATO-aðalskrivarin: Trump fer at halda skyldurnar
- Prátið var vinaligt, og eg segði, at Danmark er sameindi hjá USA, og hevur verið tað í áratíggju, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri.
Starvstoymið hjá nýggja forsetanum hevur kunngjørt ein lista við nøvnunum á ríkis- og stjórnarleiðarunum, sum 70 ára gamli Donald Trump og Mike Pence hava tosað við.
Tosaðu í 10 minuttir
Umframt russiska forsetan, Putin, og kinesiska forsetan, Jinping, hevur Donald Trump tosað við týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan, Francois Hollande.
Lars Løkke Rasmussen tosaði seinnapartin í gjár í telefon við nýggja amerikanska forsetan í 10 minuttir.
- Vit standa øksl móti øksl við amerikansku vinum okkara í stríðnum fyri at fáa ein tryggari heim, sigur Lars Løkke Rasmussen.