Dylan fer ikki til Stokkhólm

Dylan fer ikki til Stokkhólm
Bob Dylan verður ikki við tá svenska akademiið og svenski kongurin, Carl Gustav, fara at handa Nobel-heiðurslønirnar í ár
Bob Dylan verður ikki hjástaddur í Stokkhólmi 10. desember tá Nobel-virðislønirnar verða latnar
 
17.11.2016 - 11:52

Svenska akademiið hevur annars hvørki hoyrt orð ella eið frá Bob Dylan, síðan hann 13. oktober fekk at vita, at hann fær Nobel-virðislønirna fyri bókmentir í 2016.

Bob Dylan hevur sent Svenska akademinum bræv. Har ger hann greitt, at hann kennir seg heiðraðan, men av persónligum ávum berst honum frá at vera við, boðaði Svenska akademiið frá mikukvøldið.

SÍ EISINI Rithøvundar ósamdir um Bob Dylan

Annars hevur 75 ára gamli Bob Dylan einki sagt alment um virðislønina. Tað er óvanligt, men ikki einasta dømi, at fólk ikki eru við til handanina, sigur Svenska akademiið.

Dylan fær heiðurslønina, sjálvt um hann ikki tekur ímóti heiðurslønini. Nobelvirðislønin, sum er góðar seks milliónir krónur, verður handað í Stokkhólmi tann 10. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109