- Tíðindi, mentan og ítróttur
300.000 brúkast til ábøtur
300.000 brúkast til ábøtur
Skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu klárar eitt tørn afturat, hóast hon er við at verða ótíðarhóskandi. Peningur má játtast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2016-11-17-10h58m43s112.png?itok=AfxdCfiL)
17.11.2016 - 10:59
Men skal hon brúkast aftur í vetur krevst, at býráðið játtar 300.000 krónur til hennara. Málið var á skránni fyri eykabýráðsfundin í gjárkvøldið.
Skoytubreytin varð fyrstu ferð brúkt í 2011. Síðani hevur hon verið brúkt okkurt um tveir mánaðir um ársskiftið, í desember og januar.
Tað er eisini ætlanin í ár. Men á kontuni, sum eitur skoytubreyt, eru eingir pengar. Tí er neyðugt at flyta pengar av aðrari kontu hjá kommununi við eykajáttan.
Í fjør varð raksturin hjá skoytubreytini útveittur til privatan veitara.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV