- Tíðindi, mentan og ítróttur
NATO-aðalskrivarin: Trump fer at halda skyldurnar
NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er sannførdur um, at nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at halda allar sínar skyldur í NATO
Jens Stoltenberg hevur verið á fundi hjá verjumálaráðharrunum í Brússel. NATO-aðalskrivarin vísir á, at Donald Trump hevur kravt, at Evropa nýtir meiri pening til verjuendamál.
- Donald Trump gjørdi greitt undir valstríðnum, at hann tekur undir við NATO. Eg eri vísur í, at hann sum amerikanskur forseti fer at halda allar skyldur, sum USA hevur í NATO-samgonguni, sigur Stoltenberg.
Stoltenberg samdur við Trump
- Eg eri púra samdur við hann. Hetta hevur verið amerikanska sjónarmiðið í mong ár, og nú síggja vit, at evropeararnir gera størri íløgur í verjuna og sostatt býta byrðuna betur, sigur Jens Stoltenberg.
Donald Trump segði fleiri ferðir í valstríðnum, at NATO eigur bara at verja lond, sum brúka nóg mikið av peningi til verjuendamál.
Jens Stoltenberg leggur dent á, at grein fimm í NATO-sáttmálanum tryggjar, at felagsskapurin skal hjálpa øllum limalondum treytaleyst.