- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður endaliga viðgerðin
Nú verður endaliga viðgerðin
Í dag skal Løgtingið taka endaligu avgerðina um at endurstovna Landsbankan og stovna Váðaráðið. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini eru ímóti
15.11.2016 - 09:22
Tá málið fyrru ferð var til triðju viðgerð 20. oktober, varð tað sent aftur í Fíggjarnevndina. Men samgonguflokkarnir í nevndini hava ikki broytt støðu.
Teir mæla til at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir løgdu fram 20. oktober.
Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini mæla frá at samtykkja uppskotið um at endurstovna Landsbankan og stovna váðaráð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV