- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja árið á rað: Dálkingin stendur í stað
Hildið varð annars, at heimsumfatandi útleiðingin av CO2 fór at vaksa við 0,2 proentum í 2016 staðfestir árliga frágreiðingin.
Men sambært frágreiðingini, sum granskarar úr allari verðini hava skrivað, er CO2-dálkingin í 2016 á sama støði, sum í 2014 og 2015.
Ov tíðliga at gleðast
Orsøkin er millum annað, at kinesarar brenna minni kol. Í frágreiðingini verða tølini nevnd - "tíðilig og ikki fyrr sæð pausa" - eftir at CO2 í alheimshøpi í áratíggju er vaksið stútt og nógv.
Í tíðarskeiðnum frá 2004 til 2013 hækkaði støðið 2,3 prosent um árið, áðrenn tað lækkaði við 0,7 prosentum í 2014.
Hóast frágreiðingin er góð tíðindi fyri veðurlagið, heldur Corinne le Quere, granskingarleiðari á lærda háskúlanum East Anglia, ikki, at vit eiga at gleðast ov tíðliga.
Hittast at tosa um viðurskiftini
Granskarar leggja í frágreiðingini dent á, at tað er neyðugt at skerja útleiðingina av vakstrarhúsgassi, um málið at avmarka alheims upphitingina skal røkkast.
Heimsins lond samdust í fjør um altjóða veðurlagsavtaluna. Ein veðurlagsavtala, ið skal steðga alheims upphitingini.
Nú hittast londini í Marokko fyri at tosa um, hvussu slepst undan, at hitin á jørðini hækkar meira enn tvey stig innan ár 2100.