- Tíðindi, mentan og ítróttur
Styrkja samstarvið millum Grønland og Amerika
Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujaukitsoq fer fegin at samstarva við Donald Trump.
Grønlendskir politikarar hava annars sagt seg stúra fyri avleiðingunum, nú Donald Trump verður forseti í USA. Men Qujaukuitsoq er meira diplomatiskur í sínum orðingum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq. - Grønland og USA hava søguliga samstarvað væl um verjupolitikk og gransking annars, vísir grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á.
- Verjuavtalan frá 1951 hevur havt við sær, at grønlendska sjóøkið og grønlendska loftrúmið hava stóran strategiskan týdning fyri USA, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump.
Eisini hevur USA virknan leiklut í artiska ráðnum.
- Eg eri sannførdur um, at tað ber til at styrkja sambandið og samstarvið millum Grønland og USA enn meira, sigur hann.
- Vit vænta okkum gott samstarv við amerikansku myndugleikarnar næstu árini, sigur Qujaukuitsoq í heilsan til Donald Trump.