Nýggj samgonga skipað á Tvøroyri

bannari
Nýggj samgonga skipað á Tvøroyri
Kommunulistin og Borgaralistin á Tvøroyri boða frá í tíðindaskrivi, at tey eru blivn samd um samstarv. Tað er ógreitt, hvør verður borgarstjóri
 
09.11.2016 - 08:54

Anita Vibergsdóttir, ið er einsta umboð hjá Borgarlistanum, og sum kom í eina lyklastøðu, tí Javnaðarflokkin og Kommunulistin fingu tríggar sessir hvør, segði í gjár, hon fór at krevja borgarstjórasessin. 

Útvarpið hevur í morgun roynt at fáa fatur á Anitu Vibergsdóttir og Kristini Michelsen, men tað er ikki eydnast til tíðindasendingarnar fyrr í morgun.

Javnaðarlistin á Tvøroyri og Kommunulistin hjá Kristini Michelsen eru so ósamdir, at samstarv teirra millum at kalla hevði verið ógjørligt.

SÍ EISINI Video: Anita krevur borgarstjórasessin á Tvøroyri

Sostatt bendir alt á, at teir báðir løgtingsmennirnir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum hava verið ávíkavist borgarstjóri og varaborgarstjóri, hava mist sessirnar.

Kristin Michelsen sendi fyrradagin bræv til lokalnevndina hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri. Har bað hann um váttan fyri, at tey framvegis stuðla honum,sum umboð teirra á løgtingi.

Signar Dam, formaður í lokalfelagnum á Tvøroyri, segði við in.fo í gjár, at tey fóru at svara Kristini Michelsen eftir kommunuvali. Tí er spurningurin, hvørja ávirkan valúrslitið á Tvøroyri fær á Javnaðarflokkin á tingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946