- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reisa ikki ákæru móti Clinton
FBI ger ikki meira við teldupostarnar hjá demokratiska forsetavalevninum Hillary Clinton. Tað boðaði James Comey, stjóri í FBI, frá sunnukvøldið.
Amerikanska samveldisløgreglan hevur annars hugt eftir teldupostunum hjá Clinton enn eina ferð, men har var einki revsivert at finna, staðfesta tey.
Komu til somu niðurstøðu í summar
Ta somu niðurstøðuna kom FBI fram til í juli, tá tey hugdu at teldupostunum á fyrsta sinni, men í báðum førum var niðurstøðan hin sama.
Í Clinton-leguni fegnast tey um avgerðina hjá FBI og verður tað mett sum ógvuliga avgerandi, nú amerikanarar skulu taka støðu til, hvør skal vera næsti forsetin.
Málið við teldupostunum hjá Clinton byrjaði í mars 2015. Tá kom tað fram, at Clinton hevði nýtt sína egnu privatu teldupostadressu í starvi sínum sum uttanríkisráðharri.
Clinton hevur verið gáloysin
Í juli 2015 kom fram, at teldupostar, ið vóru stemplaðir sum loyniligir, vóru á privatu teldupostadressuni. Tá var tað, at FBI fór undir at kanna til samans 30.000 teldupostar hjá Clinton.
Í juli í ár kom niðurstøðan. Hillary Clinton hevði einki revsivert gjørt, men hon hevði verið ógvuliga gáloysin í handfaringini av loyniligu teldupostunum.
Tann 28. oktober tók FBI málið uppaftur, hesa ferð hugdu tey at 1000 øðrum teldupostum, men í gjárkvøldið var greitt, at tey ikki gera meira við málið.