- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vælútbúnar kvinnur kunnu avgera valið
Hvítar kvinnur við góðum útbúgvingum kunnu avgera forsetavalið í USA týsdagin. Tað heldur danskur serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum.
- Tað er ein bólkur, ið er serliga áhugaverdur á hesum valinum, sigur Jørn Brøndal, lektari á Syddansk Universitet, sambært DR Nyheder.
Valluttøkan eisini týdningarmikil
- Tær hvítu vælútbúnu kvinnurnar plaga at atkvøða fyri republikanarunum, men tað sær út til, at tær í ár fara atkvøða fyri Hillary Clinton, sigur lektarin.
Valluttøkan kann eisini verða ein viðspælari hjá Hillary Clinton og demokratunum. Tað er týdningarmikið fyri Clinton, at valluttøkan verður høg, sigur hann.
Donald Trump skal hinvegin seta sítt álit á veljarar úr miðal- og arbeiðarastættini, sigur Jørn Brøndal, serfrøðingur í amerikonskum viðurskiftum, í samrøðu við DR.