- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísurin á Norðpólinum burtur um 30 ár
Allur ísurin á Norðpólinum er burtur í 2045, heldur verandi gongdin fram. Tað er niðurstøðan í kanning, sum er kunngjørd í viðurkenda tíðarritinum, Science.
Tá eittt tons av CO2 verður úrleitt, bráðna tríggir fermetrar av ísi. Tað svarar til, at ein ferkilometur av ísi bráðnar, hvørja ferð eitt flogfar flýgur úr New York til London.
Amerikanarar dálka illa
Meðan frágreiðingin millum annað vísir á flogfør sum dálkandi, vísa granskararnir serliga á eitt land, ið dálkar so illa, at ísurin bráðnar munandi skjótari enn áður hildið.
Tað eru serliga fólk í USA, sum dálka illa. Ein miðalfamilja í USA úrleiðir nú so nógv CO2, at tað er nóg mikið til at 200 fermetrar av ísi á Norðpólinum bráðna um árið.
- Kanningin staðfestir, at okkurt munagott skuldi verðið gjørt fyri 20 árum síðani, sigur Dirk Notz, professari, ið hevur verið við til at gera kanningina, skrivar Science.