- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur fara í verkfall
Foreldur í túsundatali eru farin í verkfall í Spania og mótmæla, at almennu skúlarnir geva børnunum ov nógv heimaarbeiði. Foreldrafeløgini siga, at heimaarbeiðið er skaðiligt fyri børnini
Feløgini hava tí heitt á næmingarnar í 12.000 skúlum kring alt landið um ikki at gera tað, tey fara at fáa fyri at gera heima um vikuskiftini allan hendan mánaðin.
Fáa mest fyri í Kina, Russlandi og Singapore
Børn og ung í Spania brúka 6,5 tíma um vikuna til heimaarbeiði í mun til 4,9 tímar í 38 londum í meðal, vísir ein PISA-kanning.
Spania er nummar ellivu á listanum yvir til samans 64 lond, sum geva skúlanæmingunum mest fyri heima.
Lond og býir, ið geva næmingunum mest fyri heima eru Shanghai í Kina, Russland og Singapore.
Børn í Texas frítikin fyri skúlating
Tvey av londunum, ið klára seg best í PISA-kanningum, eru Finnland og Suðurkorea. Har brúka næmingarnir minni enn tríggjar tímar um vikuna uppá at gera skúlauppgávur heima, verður sagt.
Spurningurin um, hvussu nógv næmingarnir skulu hava fyri heima, verður ikki bert viðgjørdur í Spanina.
Í amerikanska statinum, Texas, hevur ein lærari í framhaldsdeildini boðað foreldrunum frá, at hon ikki fer at geva næmingunum nakað fyri heima í ár.
Suðurkora umhugsar somu loysn
Kvinnuligi lærarin hevur í staðin heitt á næmingarnar um at brúka tíðina saman við familjuni, hevur hon sagt við foreldrini.
Og sjálvt í Suðurkorea umhugsa myndugleikarnir at avmarka heimaarbeiðið hjá yngru næmingunum enn meira.
Suðurkoreanska tíðindastovan “Yonhap” visti í august mánað at siga, at býarmyndugleikarnir í høvuðsstaðnum, Seoul, næsta ár fara at seta forboð fyri, at næmingarnir í barnaskúlunum fáa nakað fyri heima.