- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggja ætlanir um yvirgang
Leggja ætlanir um yvirgang
Yvirgangsrørslan, Al-Qaida, hevur ætlanir um at fremja yvirgang í USA, dagin fyri forsetavalið, sigur amerikanskur fjølmiðil
04.11.2016 - 14:55
Fjølmiðilin, CBS News, vísir til dulnevndar keldur í amerikonsku fregnartænastuni. Enn er tó einki komið fram um nakað ítøkiligt mál fyri yvirganginum.
New York, Texas og Virginia verða kortini nevnd sum møgulig mál fyri yvirgangi mánadagin, dagin fyri amerikanska forsetavalinum týsdagin.
Samveldisløgreglan, FBI, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini. Myndugleikarnir í New York og New Jersey vátta fyri Reuters, at tey eru kunnað um vandan.
Samstundis sum valið nærkast, fyrireika myndugleikarnir seg eisini til støður, ið kunnu stinga seg upp, verður yvirgangur framdur, sigur CBS News.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV