- Tíðindi, mentan og ítróttur
Túsundtals rikin av gøtuni
Fronsku myndugleikarnir byrjaðu í lýsingini í morgun at rudda leguna, túsundtals gestaarbeiðarar høvdu gjørt norðarlaga í París.
Minst 2.500 gestaarbeiðarar verða í dag settir í bussar, og síðani sendir til skipað móttøkustøð ymsa staðni í landspartinum.
Greinin heldur fram niðanfyri
Police start evacuating Paris migrant camp on heels of Calais closure https://t.co/p3gxfzeMkS pic.twitter.com/egV6nVSKhL
— Reuters Top News (@Reuters) 4. november 2016
- Tað er avgerandi, at fólkini hava tað trygt. Tí senda vit tey til móttøkustøð, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við franska blaðið, Le Monde.
Gomul tjøld, , klæðir, skógvar og flytikassar, ið hava verið brúktir at liggja á, liggja slødd á gøtuni, har túsundtals gestaarbeiðarar hava hildið til.
Tilsamans 600 løgreglufólk eru sett til at rudda gøturnar í París í dag. Uppruddingin verður væntandi liðug í dag, siga fronsku myndugleikarnir.