- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-nevndarlimur dregur í land
Týski ES-nevndarlimurin, Günther Oettinger, sum er úr flokkinum CDU hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara, biður nú um umbering fyri ymiskt, hann hevur sagt, millum annað um kinesarar.
Í eini røðu fyri vinnulívsleiðarum í Hamburg í síðsta mánaði, segði Günther Oettinger, at kinesarar eru skeivoygdir.
- Eg havi hugsað um tað, sum eg segði í røðuni, og eg staðfesti, at orðavalið kann hava sært onkran, sigur ES-nevndarlimurin.
Fanst eisini at belgiarum
Í røðu síni fanst Oettinger eisini at teimum belgisku politikarunum, sum ikki vildu taka undir við fríhandilsavtaluni millum ES og Kanada.
Günther Oettingar sigur nú, at hann var bersøgin, og at hann hevur stóra virðing bæði fyri kinesarum og politikarunum í belgiska landspartinum Vallonia.
Formaðurin í ES-nevndini, Jean Claude-Juncker, tilnevndi fríggjadagin Günther Oettingar, nýggjan nevndarlim í fíggjarætlanarmálum og til ein av fleiri næstformonnum í ES-nevndini.
Günther Oettingar skal fyrst til eina hoyring, áðrenn hann verður góðkendur at taka við nýggja starvinum.