Fregnartænastuovasti tekur ov rívan til

Fregnartænastuovasti tekur ov rívan til
Russland er ikki størsta hóttanin móti Stórabretlandi, sum fregnartænastuovasti annars rør framundir, sigur serfrøðingur í russiskum viðurskiftum
Russland er ikki ein so stór hóttan móti Stórabretlandi, sum Andrew Parker, ovasti hjá fregnartænastuni, MI5, vil vera við, sigur serfrøðingur
 
02.11.2016 - 10:57

- Um eg át majsflykrur til morgunmat, hevði eg sett tær í hálsin, tá ið leiðarin fyri bretsku fregnartænastuna, MI5, ávaraði um, at Russland er vaksandi hóttan móti Bretlandi.

Soleiðis skrivar bretski viðmerkjarin og serfrøðingurin í russiskum viðurskiftum, Mary Dejevsky, í  bretska blaðnum, The Guardian

Aftursvar til grein í gjár

Greinin er aftursvar til samrøðu við fregnartænastumannin um, at Russland er størsta hóttanin móti Bretlandi og Vesturevropa sum heild.

Mary Dejevsky vil vera við, at Russland er í eini veikari støðu, og hóast Vladimir Putin, forseti, fær nógv burtur úr veiku støðuni, so er tað kortini ein veik støða.

Tí er eingin orsøk til at birta upp undir sama slag av orðaskifti, sum vit høvdu undir Kalda krígnum, heldur Mary Dejevsky sambært The Guardian..

Undrast á áhugan í Russlandi

Samrøðan við Andrew Parker frá MI5 hevur einki fordømi, tí ongantíð fyrr hevur ein ovasti hjá MI5 gjørt samrøðu við eitt dagblað.

Mary Dejevsky undrast á, at bæði bretska embætisverkið og serliga fregnartænasturnar hava so stóran áhuga í at tosa um Russland. 

Russland er tríggjar fjórðingar í stødd samanborið við gamla Sovjetsamveldið, og hevur bara helvtina av íbúgvunum.

SÍ EISINI Rópar varskó um russiska hóttan

BTÚ fyri hvønn íbúgva er nógv hægri bæði í Vesturevropa og USA, og tað, sum Russland brúkar uppá hermegi, er brotpartur av tilfeinginum hjá NATO.

Mary Dejevsky heldur, at tað serliga eru restirnar av tankagongdini frá Kalda krígnum, sum gera, at MI5 hevur hug at gera Russland til illamann. 

Harafturat gitir hon, at tað eisini er fyri at koma tættari USA, at politiska skipanin í Bretlandi heldur fast í Russlandi, sum stóra hóttan.

Avmarkaður samhandil millum londini

Samhandilin við Russland er sera avmarkaður, og tí kostar tað sera lítið at tosa neiligt um Russland ella forsetan, Vladimir Putin.

- Tílík orð høvdu ikki verið brúkt um Kina, hóast Kina hevur nógv størri vald enn Russland, skrivar Mary Dejevsky, viðmerkjari og serfrøðingur.

At enda sigur hon, at tað eisini gagnar MI5 at gera Russland til eina hóttan, tí tað bøtur um møguleikan hjá MI5 at fáa fleiri pengar á bretsku fíggjarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109