- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønin hjá politikarum upp
Lønin hjá politikarum upp
Fyrradagin hækkaði lønin hjá tinglimum og ráðharrum í Íslandi. Forsætisráðharrin fær nú útivið 2,2 milliónir krónur um árið
02.11.2016 - 09:10
Fyrradagin hækkaði lønin hjá tingfólkum í Íslandi. Lønin fer upp í 1,1 millión íslendskar krónur um mánaðin, tað eru slakar 66.000 føroyskar krónur.
Ískoyti eru eisini komin afturat lønini, millum annað endurgjald fyri ferðing og starvsútreiðslur. Sostatt kunnu tingfólk í Íslandi nú fáa millum 66.000 og 120.000 krónur um mánaðin.
Ráðharrar eru eisini farnir upp í løn, tey fáa 110.000 krónur um mánaðin. Íslendski forsætisráðharrin fær 120.000 krónur um mánaðin, og forsetin fær 180.000 krónur um mánaðin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV