- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggur frá sær
Sigurður Ingi Jóhannsson verður sitandi sum forsætisráðharri í eini starvsstjórn, til nýggj stjórn er skipað eftir altingsvalið leygardagin.
Hann er formaður í Framsóknarflokkinum, sum fekk ein frammaná á valinum leygardagin. Flokkurin hevði 19 tingsessir fyri valið, men hevur nú bara átta.
Stjórn við trimum flokkum
Hin stjórnarflokkurin, Sjálfstæðisflokkurin, hevði framgongd av valinum, og hevur nú 21 av teimum tilsamans 63 sessunum í altinginum.
Forsetin fer væntandi at biðja formannin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarna Benediktsson, um at royna at skipa stjórn. Forsetin fer at hitta floksformenninar í dag.
Bjarni Benediktsson, sum var fíggjarmálaráðharri í fráfarandi stjórnini, hevur sagt, at hann ætlar at skipa stjórn við trimum flokkum, men hvørjir teir vera, er ikki greitt.
Nýggjur flokkur í lyklastøðu
Stjórnarflokkarnir mistu meirilutan á altingsvalinum leygardagin, og nýggi flokkurin, Viðreisn, sum fekk sjey tingsesssir, er komin í eina lyklastøðu, nú farið verður undir stjórnarsamráðingar.
Piratflokkurin, sum í veljarakanningunum stóð til at fáa 20 prosent av atkvøðunum, fekk kortini ikki so gott val. Tá avtornaði fekk hann 14,5 prosent.
195.200 fólk vóru á vali leygardagin. Tað eru 79,2 prosent av teimum, sum høvdu valrætt. Valluttøkan var søguliga lítil. Á altingsvalinum í 2013 valdu 81,4 prosent.