- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar fáa kanska minnilutastjórn
Benedikt Jóhannesson sigur við fjølmiðlar, at flokkurin hjá honum stendur í eini lyklastøðu, og hann fer at miðja eftir eini liberalari stjórn á miðjuni.
- Vit eru her fyri at fáa okkara mál framd í verki, og vit gera alt fyri at náa teimum, sigur Benedikt Jóhannesson, formaður í flokkinum Viðreisn.
SÍ EISINI Vinstraflokkarnir helst ikki í stjórn
Spurdur, um flokkurin fer at samstarva við Sjálfstæðisflokkin og Bjarta Framtíð, svarar Benedikt Jóhannesson, at hann útilokar einki.
Viðvíkjandi minnilutastjórn har Viðreisn og Vinstragrøna flokkin fara í samgongu og við Bjartari Framtíð sum stuðulsflokki, vil hann einki siga.
Ikki annað enn, at tað er eisini áhugavert, men at hann útihýsur ongum møguleika enn.