- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendska stjórnin fall á valinum í gjár
Íslendska Kringvarpið RUV skrivar, at stjórnin hevur mist níggju tingsessir, og tí fáa Framsóknarflokkurin og Sjálvstæðisflokkurin ikki einsamallir skipað samgongu aftur.
Framsóknarflokkurin, sum hevði forsætisráðharran seinasta valskeið, hevur størst afturgongd og misti átta altingslimir.
Sjálvstæðisflokkurin varð nógv størsti flokkur. Hann fekk 21 av teimum 63 altingssessunum.
Protestflokkar gott val
Størsti spenningurin var um, hvussu Piratarnir fóru at standa seg á valinum í gjár. Piratarnir endaðu við at fáa 10 sessir, sjey fleiri enn á seinasta vali.
Eisini Vinstra Grønu stóðu seg væl og fingu 10 sessir, tveir fleiri enn seinast.
Nýggi flokkurin Viðreisn - ella Endurveking - fekk heilar sjey tinglimir, meðan Javnaðarflokkurin hevur sítt vánaligasta val í søguni og fekk tríggjar tingsessir - seks færri enn seinast, og gjørdist harvið minsti flokkur á valinum í gjár.
Flokkurin - Bjørt Framtíð - sum á fyrsta sinnið stillaði upp seinast val var í Íslandi, megnaði so dánt at halda skansan og fekk fýra tinglimir.
Ætlað samgongu ov stutt
Fyri valið høvdu Piratarnir, Tey Vinstra-Grønu, Bjørt Framtíð og Javnaðarflokkur avtalað at skipa samgongu, fingu tey meiriluta, men tað fingu tey ikki, helst tí nýggi flokkurin Viðreisn stóð seg betur enn væntað og tók atkvøður frá andstøðuflokkunum.
Smá 80 prosent av teimum, sum hava valrætt í Íslandi, greiddu atkvøðu á Altingsvalinum í gjár.
Væntaðu tap
At Framsóknarflokkurin tapti valið so dyggiliga kom ikki óvart á nakran.
Fyrrverandi formaður floksins og forsætisráðharrin Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, mátti leggja frá sær í vár, eftir at panamaskjølini avdúkaðu, at hann og konan høvdu fjalt ognir fyri skattavaldinum.
Eftir tað tók eitt beiskt stríð seg upp í flokkinum millum nýggja forsætisráðharran Sigurður Inga Jóhansson og frákoyrda forsætisráðharran, sum báðir eru í sama flokki.
Stríðið endaði ikki fyrr enn fyri trimum vikum síðani, tá Sigurður Ingi Jóhansson formliga gjørdist formaður í Framsóknarflokkinum.