- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harður jarðskjálvti í Italia
Skjálvtin rakti miðitalia í morgun. Miðdepilin var 68 kilometrar í ein útsynning úr Perugia nærhendis lítla býnum Norcia.
Jarðskjálvtin málti 6,6 á Rictherstiganum, og er harðari enn teir sum raktu sama øki fyri nøkrum døgum síðani, skrivar BBC.
Oyðilegging og løstir
Fleiri bygningar eru oyðilagdir, har ímillum søguliga kirkjan í býnum Norgja.
Ongar fráboðanir um deyðsføll enn, tó so at onkur er løstaður.
Vóru fyrireikað
Orsøkin er helst, at fleiri vóru flutt úr býnum í samband við skjálvtarnar í síðstu viku. Tað hevur helst bjargað nógvum, at tey hava valt at bíða í nakrar dagar, áðrenn tey fóru aftur í húsini, skrivar BBC.
Jarðskálvtin í morgun rakar slakar tveir mánaðir eftir, at ein stórur skjálvti drap næstan 300 fólk, og oyðilegði fleiri italskar býir í august.
Ristingar kendust víða
Sambært BBC kendust rystingarnar bæði í høvuðsstaðnum Rom og í VeneziA, sum liggur væl norðan fyri rakta økið.