Vektgjaldið broytast til umhvørvisgjald

Vektgjaldið broytast til umhvørvisgjald
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri tingið, ið ger tað dýrari at hava dálkandi bilar, og ókeypis at hava el-bilar
Tað skal loysa seg at koyra í umhvørvisvinarligum bilum sambært uppskoti, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt fyri tingið
 
27.10.2016 - 08:11

Eftir 1. januar skal tað loysa seg at keypa bilar sum dálka minni. Kristina Háfoss legði í gjár uppskot fyri tingið, um nýtt vektgjald á akfør.

Nýggja gjaldið verður í ávísan mun meira roknað sum umhvørvisgjald heldur enn vektgjald, og tað er galdandi fyri bilar, sum eru keyptir eftir 1. januar 2017. 

El-bilar frítiknir gjald

Tað vil siga, at vektgjald fyri bilar, sum eru keyptir fyri 1. januar 2017, framhaldandi verður eftir gomlu skipanini. 

Eftir nýggju reglunum eru bilar, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift, heilt undantikir árliga gjaldið til 31. desember 2020.

Haraftrat hava smáir bilar, sum eftir gomulu skipanini vóru í einum vektlassa fyri seg, ikki sín egna vektklassa longur. Tað vil siga, at tað verður dýrari at hava ein lítlan bensinbil.

Gjaldið ásetast eftir dálking

Í nýggju skipanini eru bara tveir vektklassar - upp til 3500 kilo og omanfyri 3500 kilo. Harumframt er gjaldið regulerað eftir CO2-útláti. Sostatt eru gjøldini í størri mun skipað eftir, hvussu nógv akfarið dálkar.

Tað merkir, at ein persónbilur í vektklassanum upp til 3500 kilo, sum brúkar bensin, kostar millum 2.000 og 5.000 krónur um árið alt eftir, hvussu illa hann dálkar. 

Fyri ein dieselbil er hetta gjaldið millum 4.000 og 7.000 krónur um árið - eisini alt eftir, hvussu illa dieselbilurin dálkar

Eisini dýrari at hava lítlar bilar

Eftir gomlu skipanini kostar ein persónbilur, ið brúkar bensin, millum góðar 1.700 og 4.600 krónur alt eftir vekt. Síðani verður eitt eykagjald lagt á dieselbilar uppá 1.025 og 2.465, eisini eftir vekt.

Hetta merkir eitt nú, at ein persónbilur, sum brúkar diesel, kostar í minsta lagi 4.000 krónur eftir nýggju skipanini, meðan ein lítil dieselbilur kostaði góðar 3.000 krónur árliga eftir gomlu skipanini.

Eisini lítlu bensinbilarnir verða sindur dýrari í umhvørvisgjaldi. Eftir galdandi lóg kostar minsti vektklassin 1.720 krónur, meðan minsti prísurin eftir nýggju skipanini er 2.000 krónur árliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095