- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj samgonga í Grønlandi
Ein nýggj samgonga millum Siumut, Inuit Ataqatigiit og Partii Naleraq verður í løtuni (klokkan 12:44) kunngjørd á tíðindafundi í Nuuk, skrivar KNR.
Sostatt er eisini greitt, at Attasut og Demokratarnir verða tveittir úr nýggju samgonguni í Grønlandi, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
Samgongan greiðan meiriluta
Tað kemur ikki óvart á, at nýggj samgonga verður skipað í Grønlandi. Teir tríggir flokkarnir, ið sótu í samgonguni, høvdu trupult at finna stevið.
Ein av teimum stóru uppgávunum hjá nýggju samgonguni í Grønlandi verður at fáa eina nýggja fíggjarlóg upp á pláss, skrivar blaðið.
Nýggja samgongan í Grønlandi hevur ein greiðan meiriluta aftanfyri seg. Samgonguflokkarnir hava 24 av teimum 31 sessunum í Landstinginum.