- Tíðindi, mentan og ítróttur
Generalur: Hundraðtals IS-hermenn dripnir
- Bara í átøkunum síðstu hálvaaðru vikuna meta vit, at umleið 800-900 hermenn hjá Islamskum stati eru dripnir, sigur Joseph Votel, herovasti, sambært AFP.
Álopini byrjaðu fyri 10 døgum síðani, og hava higartil verið miðsavnað á býir og í lendinum uttan fyri Mosul, ið er næststørsti býurin í Irak.
Bardagar kunnu harðna
Mótstøðan kann tó gerast dyggari tá irakisk herlið taka seg inn í sjálvan býin. Tað er torført at siga, hvussu nógvir IS-hermenn eru í økinum, sigur generalurin.
Amerikanarar hava áður mett, at 3500-5000 jihadistar frá IS eru í irakiska stórbýnum, meðan hildið verður, at felagsskapurin hevur 2000 fólk í býum uttan fyri Mosul.
Donsk hernaðarflogfør hava eisini tikið lut í álopum á Islamskan stat í Mosul. Tað upplýsti danski ráðharrin í verjumálum, Peter Christensen, sambært DR, fyrradagin.