- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Meiningakanningarnar eru falskar
Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum, hevur bjóðað vælkendu fjølmiðlunum í USA av við egnari sjónvarpssending á Facebook.
Tað ger Trump samstundis, sum hann sigur, at allar meiningakanningar, har hann er aftanfyri Hillary Clinton hjá demokratunum, ikki eru eftirfarandi.
- Fjølmiðlarnir eru ikki bara ímóti mær, teir eru eisini ímóti tykkum, segði Donald Trump við mannfjøldina á veljarafundi í Florida mánadagin.
SÍ EISINI Óvist um hann fer at góðtaka valúrslitið
Hillary Clinton fær 49 prosent av atkvøðunum og Donald Trump fær 44 prosent. Tað vísir nýggjasta meiningakanningin, sum er gjørd fyri sjónvarpsrásina, CNN.
Meiningakanningin fellur tó ikki í góða jørð hjá Trump. Meiningakanningarnar, har Hillary Clinton er frammanfyri, eru villeiðandi og ikki sannar, sigur Donald Trump.
Trump vísti á veljarafundinum í Florida hinvegin til aðrar meiningakanningar, har hann er tvey prosentstig frammanfyri, sum sannar. Hann avskrivar allar aðrar meiningakanningar.