- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður flóttafólkalega ruddað
Líka til í gjár høvdu hildu túsundtals flóttafólk til í eini legu í Calais í Norðurfraklandi. Í dag er ein annar larmur í "Frumskógini," sum legan verður nevnd.
Arbeiðsmenn við sleggjum og stórar maskinur hava nú gjørt innrás í norðurfranska havnarbýnum, sigur ein tíðindamaður hjá tíðindastovuni, Reuters.
Greinin heldur fram niðanfyri
Aid workers appeal for calm after tense stand-off between migrants and police preparing to demolish Calais 'Jungle' https://t.co/1m3oB5LfkM pic.twitter.com/WMAxZdf7n1
— Reuters Top News (@Reuters) October 25, 2016
Fronsku myndugleikarnir høvdu frammanundan boðað frá, at ætlanin varð at byrja arbeiðið, at ríva flóttafólkaleguna niður, á døgurða. Nú er tað veruleiki.
Hóast myndugleikarnir eru byrjaðir at rudda flóttafólkaleguna, eru framvegis nøkur flóttafólk eftir í leguni, sigur ein tíðindamaður hjá BBC News.
Umleið 1.500 børn í leguni
Afturlatingin av støðini hevði bara við sær, at fólk settu tjøld upp aðrastaðni í býnum, serliga nærhendis motorvegnum. Útivið 10.000 flóttafólk búðu í leguni, harav umleið 1.500 børn.
Legan, ið nevndist "Frumskógurin," var ein heilur býur av tjøldum og skúrum, ið vórðu byrgdir av við burturkasti. Myndugleikarnir í Fraklandi komu í tvístøðu av leguni.
Øðrumegin vildu myndugleikararnir ikki, at umstøðurnar vóru ov góðar, so enn fleiri løgdust afturat, men hinvegin máttu hampilig viðurskifti kortini tryggjast í leguni.