- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóru bankarnir rigga av
Nú bretar hava avgjørt at fara úr ES, fer ikki at bera til hjá bankum og fíggjarstovnum at reka altjóða virksemi úr London. Tí mugu teir, sum starva tvørtur um landamørk í Evropa, flyta inn á europiska meginlandið.
- Fyrireikingarnar eru í gongd, og virksemið verður helst flutt fyrst næsta ár, sigur formaðurin í bretska bankafelganum, Anthony Browne, við The Observer.
Forðingar fyri fría samstarvið
Ein treyt, fyri at kunna virka um alt Evropa, sum samanlagt er nógv tann størsti búskapurin í heiminum, er, at fólk, kapitalur, tænastur og vørur kunnu fara frítt um alt Evropa.
Men nú Bretland vil úr Europiska Samveldinum, verða forðingar fyri fríum samstarvi millum hini ES-londini og Bretland. Fíggjargeirin er nógv størsta vinnan í Bretlandi.
Bretski høvuðsstaðurin, London, er at rokna sum snúningsdepil í heimsins partabrævamarknaði og heimsbúskapinum sum heild.
Pundið nógv viknað
Bretska pundið er heimins dýrasta gjaldoyra, hóast tað er nógv minkað í virði síðan 23. juni, tá fólkaatkvøðan um ES-limaskapin hjá Bretlandi varð hildin.
Bankarnir og fíggjarvinnan ávaraðu staðiliga ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES, tí Brexit kundi føra við sær, at London misti kappingarføri, sum størsti fíggjardepil í heiminum.
Fíggjarsamstarv við USA og Asia verður kortini ikki beinleiðis tarnað, nú nógv bankavirksemi verður flutt úr London á europeiska meginlandið, har Frankfurt og Paris eru fíggjarmiðdeplar.