- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strikar kunning um nobelvirðisløn
Heimasíðan hjá Bob Dylan varð herfyri dagførd við stuttum boðum um, at hann hevur fingið bókmentaheiðursløn Nobels.
Tann kunningin er tó strikað í dag. Sambært svenska Aftonbladet, hevur Bob Dylan sjálvur givið boð um at strika kunningina á heimasíðuni.
Tað er meira enn ein vika síðani, at tað varð kunngjørt, at Bob Dylan vann heiðurslønina, men einki hevur verið at frætt frá honum.
Givin at leita eftir honum
Tá Bob Dylan hevur havt konsertir í hesi vikuni hevur hann heldur ikki nevnt Nobel-virðislønina við einum orði.
Svenska Adademiið sigur, at tey eru givin at leita eftir Dylan, og at tey eru fyrireikað, at 75 ára gamli tónleikarin ikki kemur. Hann er vinnari kortini.
Sviar ivast nú uppaftur meira í, um Bob Dylan verður at síggja í Stokkhólmi 10. desember, tá hann skal taka ímóti bókmentaheiðurslønini.