Hitaloysnin endaliga samtykt

bannari
Hitaloysnin endaliga samtykt
Løgtingið hevur endaliga samtykt, at Glasir skal hitast bæði við jarðhita og fjarhita. 17 atkvøddu fyri og 13 ímóti
 
20.10.2016 - 15:34

80 prosent av nýggja skúladeplinum í Marknagili í Havn verða hitað upp við jarðhita og 20 prosent við fjarhita.

Henda loysnin kostar átta milliónir krónur, og kostnaðurin fyri Glasir er nú komin upp í 523 milliónir krónur.

Bíligari enn mett

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, bað upprunaliga tingið um at hækka upphæddina á verklagslógini um Glasir við góðum 13 milliónum krónum til jarðhita.

Men síðani varð semja gjørd um, at Glasir bæði skal hava jarðhita og fjarhita, og tann loysnin er bíligari. 

Tað er hesa loysnina, sum Løgtingið endaliga samtykti í dag. Við triðju viðgerð vóru 17 atkvøður fyri og 13 ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Kamarkórið 40 ár
190994
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946