Glopraregn rakar Ísland

Glopraregn rakar Ísland
Á Vestur- og Suðurlandinum í Íslandi fyrireika tey seg til áarføri, nú boðað verður frá ógvisligum glopraregni
Sambært íslendsku veðurstovuni verður glopraregn meginpartin av degnum og møguliga eisini í morgin. Fólk eru ávarað móti at nærkast fossum og áum, og tey skulu tryggja seg móti áarføri
 
12.10.2016 - 09:23

Sambært íslendsku veðurstovuni verður glopraregn meginpartin av degnum og møguliga eisini í morgin. Fólk eru ávarað móti at nærkast fossum og áum, og tey skulu tryggja seg móti áarføri.

Umframt at áir kunnu fara uppum áarbakkan, til dømis Hvítá í Árnes-sýslu, og Norðurá í Borgarfirði, er vandi eisini fyri skriðulopum á hesum støðum.

Ávaring send út

Í morgun sendi løgreglan út ávaring um, at vandamikið er at koyra á suðurlandinum, serliga í Tórsmørk og eystanfyri Fjallabaki, tí vatnstøðan í áum har á leiðini er so høg.

Nakrir vegir eru stongdir, og fleiri verða helst stongdir, sigur løgreglustjórin á Hvolsvelli, Sveinn Kristján Rúnarsson.

Sambært íslendsku veðurstovuni kunnu íslendingar væntar sær millum 70-80 mm avfall í láglendinum upp í 200- 300 mm av regni í fjøllunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109