- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS kunngjørt ferðaseðlaprísin
- Eftirspurningurin fer at vísa, hvør marknaðurin er, segði Michael Hansen, sølustjóri hjá SAS, á tíðindafundinum í Fútastovu í Havn klokkan níggju.
SAS boðar frá, at bíligastu ferðaseðlarnir kosta 649 krónur. Síðst í mars næsta ár fer SAS at flúgva millum Keypmannhavn og Vágar.
SÍ EISINI SAS byrjar føroyaflúgving
Flúgvingin byrjar tann 27.mars. SAS ætlar at flúgva eina ferð um dagin allar dagar í vikuni við Airbus A319, sum tekur 141 ferðafólk, og Airbus A320, sum tekur 168 ferðafólk.
Maersk Air gavst at flúgva til Føroya í oktober í 2004. Eitt stutt skifti í 2006 fleyg FaroeJet millum Føroya og Danmarkar, men annars hevur Atlantic Airways verið einsamalt um boðið í 12 ár.