- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil vita, hvussu verður við bygninginum
Møguleiki er nú fyri einum svari upp á spurningin, hví danska Bygningsstyrelsen ikki enn hevur goldið fyri gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin er at keypa til politistøð.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur spurt danska løgmálaráðharran, Søren Pind, um málið. Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danskir myndugleikar spurdu Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin.
Sambært Sjúrði Skaale er talan um gott tilboð. Kommunan tók av, hóast aðrar ætlanir vóru við bygninginum. 8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu.
Nevnd má góðkenna keypið
Treytin er, at Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum góðkennir keypið. Fíggjarnevndin hevur tó onga áheitan fingið um tað enn. Hvørki í Danmark ella her í Føroyum ber til at fáa at vita, hví keypið dregur út.
Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar frá kommununi í januar í ár.
Sjúrður Skaale sigur, at hann fleiri ferðir óformliga hevur spurt løgmálaráðharran um málið. Men nú hevur Søren Pind fingið formligan fyrispurning í Fólkatinginum.