- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savnaðu útivið eina millión
Tað er munandi meira fyri hvønn íbúgva, enn í øðrum londum. Tað skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.
Endamálið við landsinnsavningini er, at at hjálpa mongu flóttafólkunum í Miðeystri, sum annaðhvørt eru flóttar í grannalondunum ella í egnum landi.
SÍ EISINI Gott 400 fólk savna pening til Reyða Kross
Fyri peningin verða keypt teppi, tjøld, ymiskt til reinføri, heilivágur og reint vatn. Til dømis røkka 150 krónur til 3000 litrar av reinum drekkivatni.
200 krónur røkka til tjaldbúðir, at verja tvær flóttafólkafamiljur móti regni og vindi, og 500 krónur røkka til mat til 15 hungrað børn í ein mánaða.
Goyma ein part av peninginum
Partur av landsinnsavningini verður goymdur, soleiðis at Reyði Krossur skjótt kann veita hjálpandi hond, tá jarðskjálvti, vatnflóð ella onnur vanlukka bráddliga hendir.
Reyði Krossur fegnast eisini um, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 hækkar játtanina til neyðhjálp úr einari millión upp í fýra milliónir krónur.
Við hesum upphæddum kunnu Føroyar sum land veruliga gera mun, har fólk eru hótt av kríggi, náttúruvanlukkum og fátækradømi, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.