Strandferðslan vil hava skip afturat

Strandferðslan vil hava skip afturat
Flotin er so gamal, at Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðarin hjá Strandfaraskipum Landsins, vil hava eitt avloysaraskip
 
02.10.2016 - 14:44

Flotin hjá Strandfaraskipum Landsins er nú so gamal, at ynskiligt er at hava eitt eyka skip at avloysa, tá gomlu skipini fara til umvælingar.

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.

Fleiri av skipunum eru millum 35 og 45 ár, og hava tí javnar tørv á umvælingum.

Ternan er seinasta dømi um dýra og langdrigna umvæling. Hon fór á beding fyri nøkrum vikum síðani at umvæla gearini. Ætlanin var, at hon skuldi koma aftur í sigling fyri sløkum tveimum vikum síðani, men hon kemur neyvan aftur á Nólsoyarfjørð fyrr enn um tvær vikur. Tað merkir, at privati báturin Jósup verður leigaður inn at røkka Nólsoyarleiðina.

"Tað er ikki einans keðiligt fyri nólsoyingar, ið vilja hava bilin við. Tað er eisini dýrt fyri landið", sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188