Samráðingar bóru ikki á mál

Samráðingar bóru ikki á mál
Ein kreppufundur í nátt um Sýria endaði úrslitaleysur, og vápnahvíldin verður ikki fingin aftur á beint
Vápnahvíldin í Sýria er ikki fingin aftur á beint eftir ein kreppufund í nátt
 
23.09.2016 - 08:37

- Spurningurin er nú, um nakar møguleiki er at flyta okkum fram á leið, tí tað er greitt, at vit ikki longur kunnu halda fram sum higartil, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry sambært Ritzau.

Á fundinum vóru umboð úr 23 londum úr Altjóða Stuðulsbólkinum fyri Sýria, men sambært John Kerry kundi russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov ikki lova at steðgað verður við at bumba fleiri sýriskum býum.

Trúvirðið máa fáat á rættkjøl

- Tað fyrsta, vit skulu gera, er at endurreisa trúvirðið, um tað ber til. Tað er einasti vegur fyri at fáa tey, sum hava valdið í loftrúminum, at gevast við at brúka tað valdið, sigur John Kerry sambært Reuters.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov sigur, at tá partarnir hittast aftur í dag, fer hann at royna at fáa vápnahvíldina í gildi aftur.

- Nakrir av okkara samstarvsfeløgum royndu at fáa sýrisku stjórnina einsamalla at flyta seg. Vit tvíhalda um, at andstøðan skal eisini flyta seg, sigur hann sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109