Danskt fær kanska durafjórðingin

Danskt fær kanska durafjórðingin
Ein arbeiðsbólkur skal nú kanna, um enska málið skal vera fyrsta fremmandamál í Grønlandi heldur enn tað danska málið
Ein serfrøðingabólkur skal nú kanna, um enskt heldur skal vera fyrsta fremmandamálið í Grønlandi enn danskt
 
23.09.2016 - 09:03

Grønlendska Landstingið arbeiðir framvegis við ætlanunum um at gera enskt sum fyrsta fremmandamál í fólkaskúlanum – eftir grønlendskt.

Í næstum roknar landsstýrið, Naalakkersuisuit, við at seta serfrøðingarbólk, ið millum annað verður mannaður við umboðum fyri grønlendsku kommunurnar.

Bólkurin skal kanna, hvussu danskt kann útfasast sum fyrsta fremmandamál, skrivar Sermitsiaq. Gongst, sum ætlað, verður broytingin sett í gildi um tvey ár, í august 2018.

Landstingið er samt um, at Grønland sum land stendur sterkari í samfelagsligu menningini í heiminum við, at málsligu førleikarnir verða uppraðfestir til eitt heimsmál sum annað høvuðsmál í fólkaskúlanum, sigur Nivi Olsen, limur í landsstýrisnevndini fyri útbúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109