- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rópa nú varskó um føroyska búskapin
Formliga er ávaringin send til danska vinnu- og vakstrarmálaráðharran, og hann verður biðin um at umhugsa, um inntriv skulu gerast.
Ráðið biður ráðharran umhugsa, um størri kapitalkrøv skulu setast bankunum í Føroyum, tí stórur vøkstur er í búskapinum.
Bankarnir kunnu missa pening
Um hesin vøkstur bara er tíðaravmarkaður, so vil tað - saman við høgum og vaksandi sethúsaprísum - kunna ávirka sethúsamarknaðin, um stór afturgongd brádliga verður.
Greinin heldur fram niðanfyri
Váðaráðið sigur, at hetta kann elva til stóran miss í føroysku bankunum, og tí eigur ráðharrin at umhugsa at brúka nýggja reiðsskapin, sum hann hevur fingið við tí sonevnda kontra-cykliska-buffaranum.
Ávaringin er ætlað sum ein forðing fyri, at skipanarligir váðar í føroyska búskapinum sleppa at vaksa, sigur Danska Váðaráðið
Búskapurin viðbrekin
Váðaráðið nevnir, at føroyski búskapurin er viðbrekin, tí sveiggjandi fiskivinna er grundarlagið undir honum, men í hesum sambandi nevnir ráðið eisini, at hann er blivin nbakað sterkari, nú alivinna er komin afturat siðbundnu fiskivinnuni.
Kortini er tað júst útflutningurin í alivinnuni, sum Ráðið eisini ávarar um. Stóri útflutningurin av laksi til Russlands kann gerast ein bági fyri búskapin, um ES strikar handilstiltøkini móti Russlandi, og um stígur kemur í altjóða búskapin.
Umboð fyri avvarðandi stjórnarráð hava eisini viðmerking í frágreiðingini. Tey siga, at danska stjórnin fylgir við í, hvussu búskaparliga støðan í Føroyum er.