Neyðugt við eykajáttan

Neyðugt við eykajáttan
Landssjúkrahúsið skal hava góðar 14 milliónir krónur í eykajáttan. Virksemið á Landssjúkrahúsinum er nógv vaksið
Landssjúkrahúsinum tørvar 14,2 milliónir krónur í eykajáttan. Biðið verður um sjey milliónir krónur aftrat til vanliga virksemið, 6,7 milliónir til viðgerðir uttanlands og ein hálva millión til flutning í sambandi við viðgerðir uttanlands
 
22.09.2016 - 10:30

Nógvir sjúklingar og stórt arbeiðstrýst er serliga á medisinska deplinum, har stórur partur av virkseminum er bráðfeingis. Eisini hevur nógv virksemi verið á psykiatriska deplinum.

Nógvir læknar eru givnir fyri aldur, og læknatrotið hevur havt við sær, at neyðugt er at seta konsulentar, sum ofta er ein dýr loysn, verður sagt í viðmerkingunum til umbønina um eykajáttan.

Tiltøk eru longu sett í verk

Tørvur er níggju milliónum krónum til vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum. Men tiltøk eru sett í verk, sum kunnu tálma nýtsluna tvær milliónir krónur.

Talan er millum annað um at bíða við starvssetanum og at útseta keyp og skeiðs- og tænastuferðir. Eisini verður samstarvið millum sjúkrahúsini raðfest.

200 fleiri sjúklingar hava tørv á viðgera uttanlands í ár, ella til samans 1600 sjúklingar. Til samans vanta 6,7 milliónir krónur til viðgerðir uttanlands í ár.

SÍ EISINI Serviðgerðir bíligari enn mett

Av tí at talið á sjúklingum veksur, verða sjúklingaferðirnar eisini fleiri, og við verandi gongd fer ein hálv millión at vanta í, hóast tiltøk eru sett í verk at avmarka nýtsluna

Biðið verður um sjey milliónir krónur aftrat til vanliga virksemið, 6,7 milliónir til viðgerðir uttanlands og ein hálva millión til flutning í sambandi við viðgerðir uttanlands.

Umbønin um eykajáttan til Landssjúkrahúsið er sosatt 14,2 milliónir krónur til samans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946