Keypa helst lonirnar

Keypa helst lonirnar
Landsstýrið ætlar nú at keypa lonirnar, ið eru leigaðar fyri 148.000 krónur um mánaðin, fyri at nøkta hølistørvin í Hoydølum
Landsstýrið ætlar nú at keypa lonirnar, sum vórðu settar upp í Hoydølum, fyri at nøkta hølistørvin hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði
 
22.09.2016 - 14:52

Lonirnar, sum vórðu settar upp í 2010 og 2012, eru tilsamans 1100 fermetrar til støddar. Leigumálið er úti 1. november í ár, og sambært sáttmálanum kunnu tær keypast fyri 3,2 milliónir krónur.

Annars má leigumálið leingjast, tí tørvur er á hølum í Hoydølum, til Glasir verður tikin í nýtsku. Leigukostnaðurin er 148.000 krónur um mánaðin.

Hildið verður, at tað meiri skynsamt at keypa lonirnar nú. Tær kunnu verða brúktar eina tíð aftrat í Hoydølum, og síðani kunnu tær brúkast sum fyribils skúlastovur hjá Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Vikan 18. januar 2025
186511
Nýggjastu sendingar í SV