- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vápnahvíldin í Sýria ikki longd
Bara 37 tímar áðrenn, at vikulanga vápnahvíldin í Sýria skuldi leingjast, raktu bumbur frá donskum F-16-flogførum støður hjá sýriska stjórnarherinum.
Eini 90 hermenn vórðu dripnir og meira enn 100 særdir, sambært felagsskapinum Syrian Observatory for Human Rights, sum heldur til í London.
SÍ EISINI USA og Russland samráðast um vápnahvíld í Sýria
Álopið varð framt av donskum og australskum jagaraflogførum og einari bretskari dronu, og álopið var eftir øllum at døma eitt mistak, skrivar BBC og danskir miðlar.
Álopið varð beinanvegin gjørt til høvuðsorsøkin til, at sýriska stjórnin ikki vildi leingja vápnahvíldina, tá hon fór úr gildi sunnukvøldið.
Russar: USA heldur ikki avtaluna
Russland og USA, sum í felag tóku stig til vápnahvíldina, leggja nú hvør eftir øðrum, og Russland leggur samgonguna, har Danmark eisini er partur, undir at stuðla IS. Russland staðfestir beinleiðis, at álopið ikki var eitt mistak.
- Tað er sera illgrunavert, at USA valdi at fremja hetta serstaka álopið júst tá. Tað var ikki nøkur tilvild, hevur russiski ST-sendiharrin, Vitlay Churkin sagt, sambært Berlingske Tidende.
Og í einum russiskum tíðindaskrivi kunngjørdi verjumálaráðið í Moskva, at "tað gevur onga meining at halda vápnahvíldina, tá USA ikki ger tað."
USA: Russar taka ikki avtaluna í álvara
Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry hevur biðið um umbering vegna hernaðarsamgonguna, men segði samstundis, at í núverandi støðu ber ikki til at gera eina felags amerikanska/russiska kommandostøð, sum ætlanin annars var.
Jennifer Cafarella, greinari á krígsgranskingarstovninum í Washington sigur, sambært Berlingske Tidende, at russisku skuldsetingarnar eru greitt tekin um, at Russland í roynd og veru ikki vil hava vápnahvíld.
- Russland brúkar hendingina til at skuldseta USA fyri at bróta avtaluna, hóast Russland og sýriska stjórnin fleiri ferðir sjálv hava brotið vápnahvíldina. Tað er geitt tekin um, at Russland ikki meinar avtaluna í álvara, sigur hon við USA Today.
Vápnahvíldin brotin fleiri ferðir
Sambært avtaluni, sum kom í gildi 12. september, skuldu USA og Russland stovna eina felags kommandostøð í stríðnum móti Islamskum Stati, tá vápnahvíld hevði verið í eina viku.
Avtalan loyvdi pørtunum at bumba bæði IS og Jabhat Fath al-Sham, sum fyrr kallaði seg Jabhat al-Nusra. Til leygardag fyrrapart var vápnahvíldin brotin fleiri ferðir av sýriska stjórnarherinum og andstøðuni í sýria.
Eisini noktaði stjórnin hjá Bashar al-Assad forseta turkiskum neyðhjálparfylgjum at sleppa til Aleppo við hjálp. Síðani donsku bumburnar er sýriska stýrið aftur farið í hernað móti uppreistrardeildum í Aleppo.