- Tíðindi, mentan og ítróttur
300.000 komin um Miðjarðarhavið
Tað, sum er farið av árinum, eru 300.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið. Fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var talið 520.000.
Til samans eru umleið ein millión flóttafólk og tilflytarar komin til Evropa. Nógv er komin úr krígsherjaða Sýria. Hóast nógv færri eru komin til Evropa í ár, eru nógv fleiri deyð í ár í royndini at sleppa til Evropa.
SÍ EISINI ES-avtala um flóttafólk miseydnað
Higartil er 3211 flóttafólk og tilflytarar druknað í Miðjarðarhavinum. Nógv flestu tilflytararnir koma til Grikkalands og Italia. 130.400 fólk eru komin til Italia í ár.
Í vár varð gjørd avtala millum ES og Turkaland um at senda flóttafólk og tilflytarar, sum er komnir til griksku oyggjarnar, aftur til Turkalands.
Tí hevur Grikkaland tikið ímóti 57 prosentum færri fólkum í ár, ella til samans 165.750 fólkum.