Tryggur valsigur til Putin

Tryggur valsigur til Putin
Stjórnarflokkurin hjá Vladimir Putin fer helst fer at fáa 44,5 prosent av atkvøðunum og verður sostatt størsti flokkur á russiska tjóðartingsvalinum
Sameint Russland, stjórnarflokkurin hjá forsetanum, Vladimir Putin, fær minst tríggjar fjórðingar av sessunum í russiska undirhúsinum, er greitt eftir tjóðartingsvalið sunnudagin
 
19.09.2016 - 10:39

Tað vísa metingar frá valstøðunum. Tað hevur fingið høgruhond hjá Putin, Dmitrij Medvedev, at skýra flokkin sigurharra á valinum. Tað sigur hann í talu til limirnar í flokkinum.

Hann væntar, at Sameint Russland fer at fáa avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum. Tað er ikki óvæntað, at Sameint Russland fer at gerast størsti flokkur.

Putin fegnast um úrslitið

Á seinasta tjóðartingsvali fyri fimm árum síðani fekk flokkurin 49 prosent av atkvøðunum. Boðað verður tó frá lakari vallutøku sunnudagin. Vladimir Putin fegnast um úrslitið.

Hann segði í talu í gjárkvøldið, at veljarin hevur valt Sameint Russland, hóast tíðirnar eru trupular. Støðan er ikki løtt, og tað merkir fólkið. Tey ynskja og vóna, at politiska støðan verður stabil aftur, segði Putin.

Næststørsti flokkur, sambært metingum á valstøðunum, verður Liberaldemokratiski flokkurin. Ein nationalistiskur flokkur, sum fer at fáa um 15,3 prosent av atkvøðunum.

Alt gekk ikki eftir bókini

Hinvegin fáa fleiri flokkar, sum eru í andstøðu móti Vladimir Putin, ikki nóg mikið av atkvøðum til at tryggja sær sess í tjóðartinginum.

Sperrimarkið er fimm prosent. Valnevndin hevur góðkent valið, samstundis sum sjónbandaupptøkur frá valhølum, har valsvik verður framt, eru at síggja á netinum.

Valnevndin viðgongur, at alt hevur ikki gingið eftir bókini. Valið er ikki heilt sterilt, sigur forkvinnan fyri valnevndini, Ella Pamfilova, men hon sær onga orsøk til at ógilda úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109