- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trygdin herd eftir spreinging
Løgreglan í New York er í løtuni, saman við samveldisløgregluni, FBI, í ferð við at kanna, hvør hevur ábyrgdina fyri eini bumbuspreinging í Manhattan um vikuskiftið.
Trygdin í býnum er nú eisini herd. Tað upplýsti borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, á einum tíðindafundi sunnukvøldið lokala tíð, skrivar tíðindastovan Ritzau.
- Vit vita framvegis ikki, hvør orsøkin til spreingingina var, og um tað var påolitiskt ella persónligt, segði borgarstjórin á tíðindafundinum sunnukvøldið.
Vápnað løgregla heldur vakt
- Fólk í New York kunnu kenna seg vís í, at løgreglan nokk skal fáa greiðu á, hvør hevur ábyrgdina fyri spreingingini, segði James O'Neill, løgreglukommiserur á fundinum.
Vápnað løgregla heldur nú vakt við ymisk støð í býnum, har nógv fólk dagliga ferðast, upplýsti løgregluovastin í býnum, Carlos Gomez.
Trygdin er eitt nú herd í undirgrundarbreytini, við bussstøðir og í floghavnum í New York eftir bumbuspreingina leygarkvøldið, tá 29 fólk vórðu særd.