- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingskvinna: Óheft eftirlit gerast
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, ið er parlamentariska grundarlagið undir landsstýrissamgonguni, heldur fast um, at eitt óheft eftirlit eigur at verða gjørt av Glasi í Marknagili í Havn.
Hon sigur í almennum skrivi, at tað er ikki góður siður hjá politikarum at leggja seg út í teknisk viðurskifti ella at stýra í smálutum.
SÍ EISINI Løgtingskvinna: Steðgið byggingini
Men tá ið tað er so nógv órógv, óvissa og ósemja, sum tað tykist vera á Glasi, er tað beinleiðis óforsvarligt, um politiski myndugleikin ikki tryggjar sær, at viðurskiftini eru í lagi.
Neyðugt er at fáa eitt eftirlit at kanna, hvar verkætlanin er í løtuni, hvussu dygdin er av ti, sum er bygt, hvussu tíðarætlanin og kostnaðarætlanin eru, og um bygningurin lýkur tey krøv, sum hann skal, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Landsstýrismaður: Eftirlit er longu
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, hevur sagt, at fyritøkan Syn og Skøn longu ger eftirlit á Glasi.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at tað er ikki Henrik Old, sum hevur ábyrgdina av Glasi, men Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Og tað er eisini hon, sum noyðist í Løgtingið við umbøn um eykajáttan, verður tað neyðugt.
Vil landsstýriskvinnan í mentamálum ikki fáa eftirlitið gjørt, sum eisini skal meta um kostnað og tíðarætlan saman við Landsverki, má tað vera tí, at hon kann veita vissu fyri, at byggingin er nøktandi, og at bæði tíðar- og kostnaðarætlan halda, sigur Sonja Jógvansdóttir.