Vit eru 618 fleiri

Vit eru 618 fleiri
Nú búgva 49.755 fólk í Føroyum, og nógv størsti fólkavøksturin er í Havn
 
16.09.2016 - 07:50

Nú búgva 49.755 fólk í Føroyum. Tað eru 618 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni, sum røkka fram til 1.august.

Frá 1.august í fjør til 1.august í ár eru 360 fólk fleiri flutt til Føroya enn úr Føroyum. Og harumframt er burðaravlopið, tað er munurin millum fødd og deyð, 258 fólk.

Fyrivarni

Hagstovan tekur tó fyrivarni fyri, at fólkatalið vanliga minkar aftur í august mánaði. Nógvur ungdómur flytur av landinum í august, og tí kann roknast við, at fólkatalið minkar við okkurt um 200 fólkum, tá gjørt verður upp 1.september.

Men gongdin síðstu tvey árini vísir, at vit gerast alsamt fleiri fólk í Føroyum. Hagstovan roknar við, at verður gongdin nøkulunda sum farnu 24 mánaðir, so fer fólkatalið aftur støðugt at vaksa upp ímóti teim 50.000. Tað kann verða onkuntíð næsta summar ella næsta heyst.

Størsti vøksturin í Havn

Nógv tann størsti fólkavøksturin er í høvuðsstaðarøkinum. 436 fólk fleiri búgva í Tórshavnar kommunu nú, enn fyri einum ári síðani.

Í øllum økjum av landinum veksur fólkatalið, uttan í Sandoynni og Suðuroynni, har fólkatalið minkar ávikavist við 22 og 16 fólkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV