- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir
Nýggja fløgan hjá Guðrið Hansdóttir “Painted Fire” er tøk, og vit kunnu gleða okkum til útgávukonsert leygarkvøldið 17 september kl 19.30. Við sær á palli er sterkt lið mannað við Benjamin Petersen, Mikael Blak og Per Højgaard Petersen. Gesta tónleikarir verða KATA og Hans Marius Ziska.
Ungi Benjamin Rajani hitar upp.
-Fløgan hja Guðrið er fantastisk, og vit kunnu vænta okkum eitt brak av einari konsert.
Benjamin fyrireikar seg væl til konsertina og framførir m.a. eitt nýtt lag, ið verður a komandi EP hansara.
- Eg havi altíð droymt um at spæla stórar konsertir, so tað er veruliga fantastiskt at hita upp fyri Guðrið - eg elski hennara tónleik.
Hoyr lagið Pegasus, sum er eitt av løgunum á nýggju fløguni her
Hoyr Naked Man hjá Benjamin Petersen her