Arbeiða víðari við orkuloysn

bannari
Arbeiða víðari við orkuloysn
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fer seinnapartin aftur at tingast um hitaloysnina til skúladepilin Glasir
Fíggjarnevndin hevur sett allan seinnapartin av til fundin og hevur boðsent Fjarhitafelagnum, SEV, TG-Verki og Landsverki á fund, umframt ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum
 
15.09.2016 - 07:59

Nevndin hevur sett allan seinnapartin av til fundin, og hevur boðsent Fjarhitafelagnum, SEV, TG-Verki og Landsverki á fund, umframt ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum.

Henrik Old møtir á fund saman við Landsverki, Rigmor Dam møtir á fund saman við Boga Bech Jensen, rektara og formanni í bygginevndini hjá Glasi, og Sirið Stenberg møtir á fund í fíggjarnevndini saman við Umhvørvisstovuni.

Landsstýriskvinnan fingið tilmæli

Um dagarnar fekk landsstýriskvinnan í mentamálum felags tilmæli um hitaskipan til Glasir. Sambært tilmælinum skal Glasir hitast bæði við jarðhita og fjarhita.

Víst verður á, at hitaskipanin á Glasi er býtt upp í lágtemperaturskipan og hátemperaturskipan. Felags loysnin er, sambært tilmælinum, at jarðhiti verður nýttur til lágtemperaturskipanina, og fjarhiti verður nýttur til hátemperaturskipanina.

Sambært felags tilmælinum skal Fjarhitafelagið bjóða Glasir hitaorku frá elketlum, um so er, at rørini hjá Fjarhitafelagnum ikki eru løgd út í Marknagil, tá skúlin verður tikin í nýtslu.

Vænta loysnin verður bíligari

Landsverk roknar við, at tílík samansett loysn verður bíligari hjá Landsverki sum byggiharra, enn um loysnin var jarðhiti burturav.

Samansetta loysnin fer sambært Landsverki at kosta átta milliónir krónur, meðan jarðhitaloysnin hevði kostað 13,4 milliónir. Landsstýriskvinnan hevur longu biðið Løgtingið um 13,4 milliónir í eykajáttan til Glasir.

Vísandi til felags tilmælið hevur Mentamálaráðið nú lækkað umbønina niður í átta milliónir. Landsverk, Umhvørvisstovan, SEV og Fjarhitafelagið eru samd um felags tilmælið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946